VITAN - Vitan Innan Teldur Alnótina Nútímans 17. desember 2002
  Í/F Vitan

FO - 110 Tórshavn
Marknaðgilsvegur 77
vitan.info

Software patentir

Fleiri staðni í heiminum eru software patent lóglig, millum annað í U.S.A,  Japan, Týsklandi og Bretlandi. Hetta hevur skapt fleiri trupulleikar innan telduheimin. Fyritøkur eru stovnaðar bara við tí endamáli at vinna eina rúgvu av peningi uppá sjálvsagdar, ikki nýskapandi og enntá víðakendar “uppfinningar”. Av hesi orsøk eru fleiri felagsskapir stovnaðir við tí eina endamáli at berjast ímóti software patentum. Ein av teimum felagsskapum kallast “The League For Programming Freedom”.

Av forritum, ið er rakt av patentum, kann nevnast tað vælumtókta ljóðformatið mp3 (Motion Pictures Experts Group I – Audio Layer 3). Mp3 patentini eru ogn hjá australska Thomson Multimedia og týska Fraunhofer IIS. Thomson Multimedia krevur 1$ fyri hvønn mp3 spælara, ið seldur verður. Harumframt skulu gjaldast 15.000$ um árið.  Eisini eru fyritøkur, ið keypa patentir, og síðani nýta tey at saksøkja onnur við. Soleiðis vinna teir nógvan pening.

Tað eru ofta  fólk/fyritøkur, sum ikki hava uppfunið tær algoritmur, ið eru patenteraðar, sum patentini eru latin til. Fleiri verkætlanir eru steðgaðar ella ongantíð byrjaðar, tí at tær eru hóttar til tess. Tær hava ikki havt ráð til eitt sakarmál. Hetta hevur við sær, at nýhugsanin innan forritan minkar.

Eitt annað, ið kann nevnast um keðilig software patentir er LZW pakkingaralgoritman. Hendan er brúkt í gif formatinum. Ein amerkonsk fyritøka, sum eitur Unisys hevur hetta patentið.

Unisys er ikki tann einasta fyritøkan ið hevur patent uppá LZW, tað hevur IBM eisini, men Unisys er tann einasta fyritøkan, sum ger nakað  fyri at vinna pening uppá LZW algoritmuna. Unisys krevur eitt gjald uppá 5000$ fyri loyvi at nýta LZW algoritmuna, eisini um ein bara hevur gif fílar á einari heimasíðu, sum er rættiliga vanligt. Tað eru eisini fleiri patentir uppá meginreglur fyri forritanarmenning. Hetta hevur skapt stórar trupulleikar. 

Hví eru forritanar patentir ein trupulleiki?
Ein kann seta spurningin, hví  forrit eru so nógv ørðvísi enn alt annað, ið kann verða patenterað? Til tess eru fleiri orsøkir. Millum annað tí tað er munandi lættari og bíligari at gera eitt forrit við t.d. 100.000 komponentum enn ein bil við líka so nógvum komponentum. Tí kunnu forrit lættari vera brot á nógv patentir enn ein bilur.

Tað skal eisini sigast, at tað er rættiliga vanligt, at forritarar byggja víðari á hugskot hjá øðrum. Teir koma ofta við somu hugskotum í senn. Forrit eru eisini munandi bíligari enn annað at margfalda. Forrit spillast ikki.


Ragnar Thomassen
17 des 2002

   
ProJect B ver 0.5 b