GNU og Frí forrit
Í 1984 fór Richard M. Stallmann undir eina stóra verkætlan. Endamálið við verkætlanini var at menna eina stýriskipan frá grundini av undir heitinum GNU(stytt fyri GNU’s Not Unix). Hendan stýriskipanin skuldi ikki vera lík einari og hvørjari. Hon skuldi vera frí forrit øll sum hon var. Hvat eru so frí forrit? Um eitt forrit skal liva upp til heiti frí frrit verða hesi krøv sett:
Øll skulu kunna nýta forritið til øll endamál.
Øll skulu hava møguleika at granska forritið til tess at finna útav, hvussu forrtið virkar og kunna tillaga tað eftir einum og hvørjum tørvi.
Øll skulu hava møguleika at víðarispjaða forritið, so tey til dømis kunnu geva grannanum eina hjálpandi hond og samstundis ogna sær pening burtur úr hesum.
Øll skulu hava møguleika at menna forritið og útgeva broytingarnar til almenningin, so at alt samfelagið fær ágóðan av hesum.
Hetta var ein hugsjón, sum Richard Stallmann sjálvur var komin við.
Á arbeiðsplássi hansara høvdu hann og starvsfólk hansara trupulleikar við einum printara, ið teir høvdu fingið frá Xerox. Trupulleikin var, at pappìr setti seg fast inni ì printaranum. Hetta var ikki nýtt fyri teir, tí teir høvdu havt sama trupulleika áður við einum printara, har teir sjálvir høvdu ment stýringsforritið. Hetta loystu teir við at innbyggja nakað av funktiónaliteti í stýringsforritið, sum bøtti um trupulleikan.
Millum annað segði stýringsforritið frá, tá ið printingin var liðug, men við tí nýggja printaranum frá Xerox, kundi teir ikki hetta, tí teir høvdu ikki ment stýringsforritið, og Xerox vildi ikki geva teimun atgongd til koduna í stýringsforritinum, so teir fingu ikki ment stýringforritið til nýggja printaran.
So frættir Richard, at ein persónur á Stanford fróðskaparsetrinum hevði fingið atgongd til koduna til printarastýringsforritið frá Xerox, so hann setti seg í samband við viðkomandi og spurdi, um hann kundi lata seg fáa koduna. Hann fekk eitt greitt nei. Hesin persónur hevið gjørt avtalu við Xerox, har hann kundi fá atgongd til koduna til printarastýringsforritið við teirri treyt, at hann ikki skuldi geva koduna víðari til nakran annan.
Hetta fekk øði í Richard. Hann kendi seg sviknan og helt, at hesin hevið svikið “Hackara” samfelagið, har øll sluppu at gera alt, tey vildu við hesi forrit. Hetta gjørdi, at hann fór at hugsa eitt sindur um støðuna, og hann kom til tað niðurstøðu, at hann hevði tríggjar møguleikar at velja ímillum:
1. at góðtaka støðuna sum hon var og byrja at skriva undir tílíkar avtalur, sum maðurin á Stanford hevði skrivað undir.
2. at gevast í telduídnaðinum og byrja at arbeiða sum tænari.
3. at gera eina nýggja stýrisskipan, sum skuldi vera frí forrit.
Hann valdi sum sagt nummar trý. Eitt av tí fyrsta hann gjørdi, var ein C umsetari, sum varð skrivaður í forritanarmálinum C. Eitt annað var ein frí útgáva av einari tekstviðgerð, Emacs, ið hann hevði gjørt fyrr.
Emacs var ein sera væl dámd tekstviðgerð, so sjálvsagt vildu nógv hava eitt eintak. Hetta førdi við sær, at Richard fór at selja bond við Emacs fyri 150$ (ca 900 -1400 kr). Hetta var ein góður handil. í 1985 stovnaði Richard Stallmann eina fyritøku “Free Software Foundation, Incorparated” við tí endamáli at stuðla hesi verkætlan við peningi og øðrum.
Hetta skuldi vera ein “not for profit” fyritøka. Í gjøgnum áðrenni blivi so fleiri og fleiri komponentar gjørdir, men enn manglaði sjálvur kjarnin ið hesari stýrisskipan, upp ígjøgnum fýrsini gjørdu teir royndir við ymsum kjarnun, men so hendi naka, um 1991 gjørdi finnin Linus Torvalds eina lítla unix kjarnu ið kallaðist Linux, henda kjarna bleiv síðani brúkt saman við GNU skipanini, men er líka sína, av órætti bara nevnd Linux, ístaðin fyri GNU/Linux.
|