Google Søgan
Larry Page og Sergey Brin hittust fyrstu ferð í 1995. Larry, ið tá var 24 ár, var eitt vikuskifti og vitjaði á Stanford University, og var tað har 23 ára gamli Sergey var næmingur. Sergey og aðrir á Standford University, skuldu vísa Larry og øðrum runt á skúlanum.
Larry og Sergey byrjaðu at kjakast um ymiskt, og teir vóru heilt ósamdir. Ósemjan var millum annað tað, ið knýtti teir saman.
Í 1996 byrjaðu teir báðir Larry og Sergey at samstarva. Eftir drúgt arbeiði frá teirra síðu var tann fyrsta leitimaskinan “BackRub” veruleiki, og sosatt varð hendan leitimaskinan byrjanin til eitt stórt ævintýr.
Eitt ár seinni høvdu teir fótað sær í tí hørðu kappingini og høvdu teir eisini fingið gott orð á seg.
BackRub hevði nú fingið sína egnu skrivstovu. Teir vórðu fluttir inn á skúlakamarið hjá Larry. Meðan Sergey var í ferð við at gera skrivstovuna klára, byrjaðu teir at leita eftir einum samstarvsfelaga.
Í byrjani var ikki stórur áhugi fyri BackRub. Millum annað segði stjórin í einari portalfyritøku, at so leingi vit eru 80 prosent so góðir sum kappingarneytarnir, er tað gott nokk. Kundar okkara leggja ikki í leitimøguleikar. Seinni vísti Yahoo Larry og Sergy sítt álit við at koma við ógvuliga positivum aftursvari. David Filo, vinur teirra, sum var ein av stovnarunum í Yahoo, segði: “Tekniskt eru tit ógvuligani væl fyri, men eg haldi, at tit fyrst skulu stovna tykkara egnu tænastufyritøku. Síðani kunnu vit tosa saman aftur.”
Sum tíðin leið, fingu teir meir og meir sjálvsálit. Teir høvdu stórar ætlanir og vildu byrja egið virki, men teimum tørvaði pening. Teir vildu fegnir gjalda skuldina og flyta út úr skúlakamarinum.
Tíðliga ein morgun var ein av stovnarunum av Sun Microsystems, Andy Bechtolsheim, og vitjaði á Stanford. Larry og Sergey vóru skjótir og góvu honum eitt demo av Google. Tá ið Andy Bechtolsheim sá demoið, gjørdi hann skjótt av. Hann gav teimum ein check uppá $ 100.000.
Hetta gav Larry og Sergey eitt sindur av spælirúmi aftur. Men checkurin varð skrivaður til Google Inc., men onki æt enn Google Inc.
Eftir at Andy Bechtolsheim hevði sett pening í virkið, fóru Larry og Sergey til vinir, kenningar og familju og fingu sostatt í 1998 eina góða $ 1millión í partapeningi.
Google Inc. varð sostatt veruleiki tann 7 september 1998.
|