VITAN - Vitan Innan Teldur Alnótina Nútímans 17. desember 2002
  Í/F Vitan

FO - 110 Tórshavn
Marknaðgilsvegur 77
vitan.info

Vælkomin til heimasíðuna hjá Í/F Vitan

Vit eru fýra næmingar á Føroya Handilsskúla í Havn, ið hava valt lærugreinina Ungt Virkið (Young Enterprise). Lærugreinin Ungt virkið inniber, at tveir ella fleiri næmingar finna saman í ein bólk og síðani stovna teirra egna virkið (í/f), ið skal rekast í skúlaárium 2002/2003.

Endamálið við lærugreinini er, at geva næmingunum høvi til at royna seg á marknaðinum.

Vegna tann stóra áhugan innan telduheimin, ið bólkur okkara hevur, var komið til tað niðurstøðu, at eitt teldublað, ið skal rekast á alnótini, var akkurát nakað fyri okkum, har evnið teldur og telduheimurin verður viðgjørt.

Teldublaðið verður fíggjað av virkjum ið lýsa á okkara heimasíðu, ið helst arbeiða innan telduídnaðin. Lýsingarnar síggjast vinstrumegin hesa greinuna.

Endamálið við okkara teldublaðið er, at at hækka miðal vitanina hjá fólki og hervið skapa størri áhuga innan teldur millum fólk.

Av tí at framsýningin av okkara heimasíðu ísamband við lærugreinina Ungt Virki kom so knapt, var alt ovltíð av tíð eftir, til at fyrireika baði okkum og heimasíðuna, enn er alt tilfari ikki komið á síðuna enn, men kemur í nærmastu frammtíðini. Vit biða um umbering.


Ragnar Thomassen
17 des 2002

   
ProJect B ver 0.5 b